Loading Events
Konsert | SALT

Tórshavnar Big Band – Minnist tú enn

Nær

28. mars 2026 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 250

Tórshavnar Big Band – Minnist tú enn

Kom og fá eina serliga tónleikauppliving, tá Tórshavnar Big Band vitjar SALT á Tvøroyri við konsertini Minnist tú enn.
Konsertin byggir á kendu sjónvarpssendirøðina við sama navni og tekur støði í føroyskum sangskatti, sum nógv kenna og minnast.

Á skránni eru føroyskir evergreens, settir út fyri stórt orkestur av Magnus Johannesen.

Tórshavnar Big Band spælir saman við kendum sangarum, sum seta sín serliga dám á løgini og geva teimum nýtt lív.

Kyran Matthews dirigerar orkestrið, og frásøgufólk knýtir tónleikin saman við stuttum og hugtakandi frásøgnum, sum leiða áskoðaran ígjøgnum konsertina.

Minnist tú enn er ein konsert, har minnir, tónleikur og sterkar røddir møtast – ein heildaruppliving fyri bæði hjarta og oyra.

Hvar