
Suðuroyggin kallar
Longd
Áleið 6 tímarKostnaður
ÓkeypisSuðuroyggin kallar
Suðuroyggin kallar
– Enter-Suðuroy tiltak við øllum møguleikum á einum stað Í Salt mánakvøld 29. des. kl.15-21
Valkyrjurnar skipa fyri tiltaki, ið varpar ljós á alt tað góða í Suðuroynni. Frá arbeiðsmøguleikum til frítíðarvirksemi.
Fyribilsskrá:
– Básar: arbeiðspláss / vinna / frítíðarvirksemi / áhugamál
– Framløgur hvønn tíma
– Persónligar søgur um at liva í Suðuroynni
– Kaffiprát við ein suðuroying
– Tónleikur
– Matsøla
– Barr
– Quiz við góðum vinningi
– Spælirúm til børn
Ert tú vinnurekandi? Rekur tú eina spennandi fyritøku? Ella hevur tú eitt áhugavert starv? Kanska tú leiðir eitt stuttligt frítíðarvirksemi?
Valkyrjurnar heita á øll tykkum sum hava eitt hvørt hugvekjandi at vísa fram!
Komið og verið við til Suðuroyggin kallar
Tilmelding á valkyrjurnar@hotmail.com


