
Kunning |
Almennur fundur um eldraøkið og framtíðina
Longd
Áleið 2 tímarKostnaður
ÓkeypisAlmennur fundur um eldraøkið og framtíðina

Hvussu skal eldraøkið í Suðuroy mennast tey komandi 10 árini? Hetta er evnið, sum er á skrá á almennum fundi, sum Bú- og Heimatænastan í Suðuroy skipar fyri
Á skránni er:
Kunning um arbeiðið at gera eina farmtíðarætlan fyri eldraøkið í Suðuroy
Pallborðskjak um eldraøkið og framtíðina
Pallborð:
Finnleif Guttesen
Maud Næs
Kristin Michelsen
Maureen Augustinussen
Orðstýrari:
Heri Norðberg, stjóri í Bú- og Heimatænastuni.
Spurningar og sjónarmið frá salinum
Høvi verður seta spurningar og at siga sína meining um, hvussu eldraøkið kann skipast og mennast tey komandi árini.
Kunning um arbeiðið við framtíðarætlanini er tøk her.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy.


