
Konsert | SALT
Jólakonsert v/ Guðrun Sólju Jacobsen
Longd
Áleið 2 tímarHvar
SALTKostnaður
DKK 250Jólakonsert v/ Guðrun Sólju Jacobsen
Jólakonsert við Guðrun Sólju í SALT
Kom og ver við, tá Guðrun Sólja saman við sínum bólki bjóðar til eina stórfingnað og hugnaliga jólakonsert í SALT.
Skráin fevnir bæði um stóru jólaløgini (balladir) og hugnaligu jólatónarnar– ein løta, har jólagleðin fær loyvi at breiða seg.
Møguleiki verður at keypa sær okkurt gott afturvið, so sum, gløgg, vín o.tl.
Manningin hetta kvøldið er:
Guðrun Sólja – sangur
Janus Kampmann – guitar
Jósva Debes – trummur
Eyðun Johannesen – bass
Vinjar Petersen – keyboard
Ingun Háberg – kór
Vit gleða okkum at síggja teg í SALT!


