Loading Events
Tiltak | SALT

Tógv og Tónar við Herborg Torkilsdóttir

Nær

28. februar 2026 kl. 19:00

Longd

Áleið 3 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 350

Tógv og Tónar við Herborg Torkilsdóttir

“Tógv og tónar”

Verkstova: “Bind diagonalar strípur við restum”.

Kom við til eitt serligt kvøld við samveru, hugna og íblástri. Eitt kvøld har vit savnast um tógv og tónar.

Allar hava nakrar tógvleivdir við, sum vit leggja saman í eina stóra rúgvu. Síðani binda vit frá hvørjum øðrum. Tit hava stokkar stødd 8, 9 ella 10 við.
Tit fáa vegleiðing frá mær, og tá kvøldið er av, eru tit væl á veg til at eiga eina serstaka, vakra blusu við diagonalum strípum. Bindiuppskriftina fáa tit sendandi við telduposti.

Eg spæli nøkur løg miðskeiðis og vegleiði loypandi gjøgnum kvøldið.

 

Við í prísinum er suppa, kaffi/te og okkurt søtt afturvið.

Hvar