A slippery slope fyri sovorðnar typur sum meg at koma til Føroya… Soleiðis sigur vestmenningurin Róin Siggertsson millum annað í nýggja dokumentarfilminum, ið hevur heitið “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”. Í filminum fylgja vit Róin Siggertsson í hansara roynd at flyta heim aftur til Føroya aftaná næstan 30 ár í Danmark. Tað er tó […]
Í nítiárunum taldist Gunnar Hjelm millum bestu bodybuildarar í danska kongaríkinum. Á pallum í Føroyum og Danmark sýndi hann seg fram sum fyrsti føroyingur í hesari ítróttargrein. Treiskni og vilji eyðkenna Gunnar. Hann breyt slóð og gekk sínar egnu leiðir. Hann varð ikki sjómaður sum so mangur, men bodybuildari og varð skírdur fáfongdur apukattur. Lívið hjá Gunnari hevur lagað […]
Lettiski Oscarvinnarin, Flow, er ein animatiónsfilmur uttan dialog. Í hesi familjuvinarligu søgu, ið er fyri alt húskið, fylgja vit fleiri dýrum, sum eftir at menniskjuni eru horvin, fara umborð á ein bát fyri at yvirliva. Her er ein ketta, sum dámar best at vera einsamøll, eitt vatnsvín, ið ikki orkar so nógv, ein stuttligur hundur […]
Í ár er Tvøroyrar Hornorkestur vertur fyri Musikkstevnuni, ið verður dýrabiðidag 16. mai. Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman. Konsertin verður hildin í SALT kl. 13:30. Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, […]
Ein av okkara fólkakærastu sangarum og sangskrivarum seinastu mongu ártíggjuni, Terji Rasmussen, hevur – nú vit skriva 2025 – savnað sínar soldátar og bjóðar Føroya fólki á konsert í mai mánað. Tríggjar konsertir eru á skránni, og tær vera í Varpinum í Klaksvík, Salt í Øravík umframt OY í Havn. Og forkunnugt verður tað, tí […]
‘Við á Trillibøruferð kring Norðurlond’ er ein barnaframførsla, ið verður framførd av Bergi og Lonu, har børnini verða drigin við á eina ferð gjøgnum villar søgur, sangir, ljóðmyndir, tónleik. Til summar tíðar verða børnini eisini partur av sjálvari framførsluni við dansi, rørslu og sangi. Framførslan er skrivað út frá egnum upplivingumm sum Bergur og Lone […]
HEIÐAVATN granskar í og nýtir møguleikarnar við kamartónleiki fyri akkordeon og strúkarar. Umframt fleiri nýskrivað verk fara vit at framføra tónleik skrivaður fyri óvanlig ella fjarskotin ljóðføri, so sum glasharmonika og harmonium, sum Anna Hüdepohl hevur lagað til akkordeon. Heiðavatn: Anna Hüdepohl (accordion), Atli Ellendersen, Jón Festirstein (violin), Birita Dam (bratsj), Tóri Restorff Jacobsen (sello)