Við á Trillibøruferð kring Norðurlond

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

‘Við á Trillibøruferð kring Norðurlond’ er ein barnaframførsla, ið verður framførd av Bergi og Lonu, har børnini verða drigin við á eina ferð gjøgnum villar søgur, sangir, ljóðmyndir, tónleik. Til summar tíðar verða børnini eisini partur av sjálvari framførsluni við dansi, rørslu og sangi. Framførslan er skrivað út frá egnum upplivingumm sum Bergur og Lone […]

DKK100

Summartónar: Heiðavatn

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

HEIÐAVATN granskar í og nýtir møguleikarnar við kamartónleiki fyri akkordeon og strúkarar. Umframt fleiri nýskrivað verk fara vit at framføra tónleik skrivaður fyri óvanlig ella fjarskotin ljóðføri, so sum glasharmonika og harmonium, sum Anna Hüdepohl hevur lagað til akkordeon. Heiðavatn: Anna Hüdepohl (accordion), Atli Ellendersen, Jón Festirstein (violin), Birita Dam (bratsj), Tóri Restorff Jacobsen (sello)  

Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Óli Holbæk Mortensen – guitar og Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.

DKK100