Vísindi! Sex! Stand-up!
Trífaldi írski virðislønarvinnarin, skemtarin og vísindamaðurin, Donal Vaugham er stand-up skemtari. Hann hevur eisini ein væl fagnaðan og viðurkendan leik fyri børn, sum er spældur fyri fullum húsum.
Nú hevur hann so eina vaksnamannaútgávu av sínum barnaleikum.
Gerið tykkum klár til ein eggjandi og øsandi leik, bert ætlaður vaksnum!
Donal fer at vísa ótrúlig vísindalig listarbrøgd, sum hann tvinnar saman við ovurkátum glantrileiki. Altíð ráur og ótilgjørdur og onkuntíð ótýdligur.
Flennið í skellilátri og lærið um vísindi í einum leiki, sum er eitt satt eindømi – leikurin má so síggjast, og so er tað ikki lygn!
Atgongumerkir: 100 kr.
Tiltakið er 60 mins.
Aldursmark 18+
Tað verður tosa enskt.