Yggdrasil v/ Anniku Johannessen framføra verkið “Den Yderste Ø”, sum byggir á yrkingar hjá Williami Heinesen.
Den Yderste Ø er fyrsta verk skrivað til tónleika- og listabólkin Yggdrasil. Hetta var í 1981.
Yrkingarnar eru síðsti partur “Thi Natten kommer” úr savninum “Panorama med Regnbue” hjá Williami Heinesen. Hesar níggju yrkingarnar eru samstundis Williams seinastu.
William var við til at forma tónleikaverkið, og heitið á tónleikaverkinum valdi hann at vera “Den Yderste Ø”, sum er heitið á fjórðu yrkingina.
Yrkingin “Thi Natten kommer” endar hansara virki sum yrkjari, og eisini tónleikaverkið.
Den Yderste Ø hevur, síðani verkið bleiv til, verið framført bæði í Føroyum og uttanlands. Tíðum við Anniku Johannessen, sjónleikara, sum upplesara.
Lisið verður á donskum.
Luttakarnar eru:
Annika Johannessen (sjónleikari), Kamilla Ravnsfjall (floytu), Daniel Rye (klarinett), Heðin Ziska Davidsen (gittar), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass)