Nú kemur Annika Hoydal aftur í Salt.
Tá skipað var fyri stuðulskonsert í Salt í 2010 var Annika Hoydal ein av tónleikarunum, ið tók undir við tiltakinum, og líka síðan Salt var liðugt, hevur tað verið ætlanin at fáa Anniku aftur á pall.
Leygardagin 23. November trýnir Annika so aftur á pall í Salt, hesaferð saman við Jógvani Dahl og Eyðuni Mohr Hansen á guitari, Torleik Mortensen á bassi, Magnusi Jóhannesen á tangentum og Per Ingvaldi Højgaard á trummum.
Júst í ár eru fimtí ár liðin síðan Harkaliðið fór á palli fyrstu ferð, so nógv vatn er runnið í ánni síðan tað.
Annika og Jógvan Dahl vóru bæði partur av Harkaliðnum tá, og stuttligt er at síggja samspælið teirra millum, tvey menniskju, ið kenna hvønn annan so væl og ígjøgnum so langa tíð.
Harkaliðið og Annika hava hava sera stóran týdning fyri føroyskan sangskatt, har tey hava kveikt lív aftur í gomul kvæði og skjaldur og barnarímur, og uttan at taka munnin ov fullan, so er barnafløgan hjá Anniku kanska framvegis besta barnafløga, ið er útgivin á føroyskum. Annika er eisini ein góður lagskrivari og hevur sett løg til nógvar av sangunum hjá beiggja sínum Gunnari Hoydal,
Á konsertini leygardagin 23. November kunnu vit gleða okkum at hoyra eitt úrvæl av tilfari frá einum 50 ára tíðarskeiðið við Anniku á palli.