Kunning

Góðu gestir, hjartaliga væl komin í SALT.

 

SALT og summar
Nú stevna smálomb og mannabørn inn í summarið, og tað gongur skjótt. Alt bendir á, at føroyingar aftur í ár fara at ferðast dúgliga í egnum landi, og er hetta at gleðast um.
SALT sær fram til at taka ímóti nógvum fólki í summar.
Eftir avtalu,eru fólk við neyvum kunnleika til reiðar at taka ímóti vitjandi, greiða frá um húsið og geva kunnleika um Suðuroynna.
Øll eru vælkomin, tað er bara at troppa upp.

Café SALT hevur opið hósdagar, fríggjadagar og leygardagar frá 12:00 – 17:00

 

SALT leggur stóra áherðslu á, at vit halda coronatilmælini, og at vit verja hvør annan.

Sum flest øllum kunnugt, hevur løgmansskrivstovan boðað frá (t. 9. apr. 2021), at 500 fólk kunnu
savnast í skipaðum bólkum.

SALT fegnast um, at tilmælini loyva fleiri fólkum til tiltøk.

Í samband við størri tiltøk: Almennu tilmælini verða fylgd, t.e. at lista liggja frammi, har gestir skriva
navn og telefon nummar, soleiðis at til ber at spora øll, sum eru til staðar.

Vit rokna við, at hvør gestur ger sítt til, at tilmælini verða hildin.

Einaferð enn, hjartaliga væl komin.