Samskipari

Samskipari til SALT

Eitt nýtt og spennandi starv sum samskipari í SALT er leyst at søkja.

Vit bjóða tær ein nýggja og øðrvísi avbjóðing í einum av mest spennandi mentanarhúsum í landinum.

Í meldrinum av ferðavinnu og støðugt øktum ferðafólkatali til Suðuroyar, er uppgávan at samskipa tiltøkini í SALT bæði krevjandi og gevandi.

Tú kemur at virka í tøttum samstarvi við restina av toyminum í húsinum og hava ábyrgdina av, at øll tiltøk verða gjøgnumførd best møguligt. Hetta er líka frá at tiltakið verður skrivað í kalendaran, til ljós- og ljóðfólkini sløkkja.

Tað er týdningarmikið, at tú hevur eitt skipað arbeiðslag. Tað eru nógvir knøttir at trýsta á, tá eitt tiltak skal fyriskipast, og tí mást tú vita hvønn tú skalt heita á, hvørja ferð trýstast skal á ein knøtt.

Umframt at samskipa tiltøk, vænta vit eisini at tú tekur eina hond í við fyrifallandi arbeiði.

Viðkomandi útbúgving ella royndir innan fyriskipan av tiltøkum eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Arbeiðsuppgávur og arbeiðsbyrði eru skiftandi, og tú fært stórt frælsi til at leggja arbeiðið til rættis. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og ein partur av arbeiðnum er um kvøldið og í vikuskiftum. Tí mást tú vera búsitandi í Suðuroy tá starvstíðin byrjar.

Talan er um hálvtíðarstarv. Lønar- og setanartreytir verða eftir avtalu við Saltsilogrunnin.

Saltsilogrunnurin kann lýsa starvið av nýggjum, um eingin við kravdu førleikunum søkir, ella mett verður, at eingin skikkaður umsøkjari er.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Ólav Rasmussen, stjóra, á  tlf. 21 30 13, ella við telduposti or50@mac.com.

Umsóknir skulu sendast við telduposti á salt@salt.fo ella sum bræv til:

SALT
Drelnes 22
827 Øravík.

Evsta freist at søkja er mánadagin, 13. desember 2021.