Spennandi, slóðbrótandi avbjóðing

Ert tú til reiðar at royna nakað nýtt, og at kasta teg út í øðrvísi avbjóðingar, í meldrinum av ferðavinnuni og støðugt øktum ferðafólkatali til Suðuroyar, er uppgávan sum leiðari av mat- og kaffistovuni í SALT júst nakað fyri teg.

Vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur hjartað á røttum staði, tá ið tað snýr seg um matgerð og umboðan av matstovuni.

Tú skalt vera sera røkin, raðfesta reinføri høgt, vera fyrikomandi og duga at vísa blíðskap.

Afturfyri fært tú eitt starv, sum gevur tær stórt frælsi til at bróta upp úr nýggjum, at mynda títt egna brand og at byggja tína egnu matstovu upp, soleiðis sum tú heldur, at ein nútímans matstova her í Suðuroy eigur at síggja út og rekast.

Drúgvar royndir við matgerð er ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir verða eftir avtalu við Saltsilogrunnin.

Saltsilogrunnurin kann lýsa starvið av nýggjum, um eingin við kravdu førleikunum søkir, ella mett verður, at eingin skikkaður umsøkjari er.

Áhugað eru vælkomin at venda sær  til Desiree Mortensen, nevndarlim, (tlf. 22 48 58 – desiree.mortensen@gmail.com) ella Ólav Rasmussen, stjóra, (21 30 13 – or50@mac.com)

Umsóknir skulu sendast á salt@salt.fo ella Drelnes 22, 827 Øravík.

Evsta freist at søkja er mánadagin, 6. januar 2020 kl. 12.00