BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//SALT - ECPv6.18.4.1//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.salt.fo
X-WR-CALDESC:Events for SALT
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:Europe/London
BEGIN:DAYLIGHT
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0100
TZNAME:BST
DTSTART:20220327T010000
END:DAYLIGHT
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0100
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:GMT
DTSTART:20221030T010000
END:STANDARD
BEGIN:DAYLIGHT
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0100
TZNAME:BST
DTSTART:20230326T010000
END:DAYLIGHT
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0100
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:GMT
DTSTART:20231029T010000
END:STANDARD
BEGIN:DAYLIGHT
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0100
TZNAME:BST
DTSTART:20240331T010000
END:DAYLIGHT
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0100
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:GMT
DTSTART:20241027T010000
END:STANDARD
BEGIN:DAYLIGHT
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0100
TZNAME:BST
DTSTART:20250330T010000
END:DAYLIGHT
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0100
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:GMT
DTSTART:20251026T010000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240926T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240926T210000
DTSTAMP:20240919T104448Z
CREATED:20240919T104448Z
LAST-MODIFIED:20240919T104448Z
UID:10002817-1727377200-1727384400@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: TOTÉM
DESCRIPTION:Meksikanski filmurin Tótem hevur fingið sjáldsama góð ummæli í altjóða pressu\, og vunnið hópin av virðisløninum frá Berlin til Jerúsalem\, Beijing og heima í Meksiko býi\, har leikstjórin\, Lila Avilés\, er fødd í 1982. Í 2018 gjørdi hon filmin La Camarista\, um eina kamarsgentu á einum luksushotelli har í býnum. Nýggi filmurin Tótem íður av lívi\, hóast deyðin setur karmin. \nSjey ára gamla Sol er í lívligu húsunum hjá abbanum í Meksiko býi. Uttan at hann veit av tí\, leggja øll til rættis eina fagnaðarveitslu fyri pápanum\, sum kemur heim\, raktur av krabba. Sum dagurin líður\, gerst tað greitt fyri Sol\, at nú fer øll tilveran at broytast. \nTótem er ein innilig og grípandi søga um húskið hjá Sol – framúr leikstjórnað av Lilu Avilés\, sum hevur fingið fleiri virðislønir fyri filmslistarliga avrikið\, sum eisini var í kapping at fáa Oscarvirðislønina sum besti filmur\, ið ikki var á enskum máli. Ummælarin hjá New York Times gevur meksikanska filminum fult stigatal við orðunum: “Totem is a coming into consciousness story about a child navigating realms — human and animal\, spiritual and material — that exist around her like overlapping concentric circles. Yet even as the story’s focus sharpens\, what matters here are the characters: their emotions and worried words\, how they hold it together and fall apart\, their individual habits and shared habitat.”
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-totem/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/09/totem.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240919T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240919T230000
DTSTAMP:20240905T191030Z
CREATED:20240430T060822Z
LAST-MODIFIED:20240905T191030Z
UID:10002805-1726772400-1726786800@www.salt.fo
SUMMARY:Bindi Bio: It ends with us
DESCRIPTION:Bindi Bio í SALT – It ends with us \nHey tykur ið elska at binda! Tórsdagin 19. September\, kl 19:00 lata dyrnar í SALT upp fyri einum hugnaligum kvøldið við  filmið\, ábitið og binding.\nHesa ferð vísa okur væl umtøkta filmin “It ends with us” \nTykur melda til við at senda okkum eini boð á Facebook\, best hevði veri um bindi klubbarnir hava ein ið bíleggur til øll í sínum bólkið. Seinasta freist at melda seg til er Týsdagin 17. September\nKostnaðurin fyri atgongumerki og tapas v. vínið er 275kr. Møguligt er at keypa okkurt gott eftir filmin. Filmurin byrjar kl 20:00 \nSíggjast í SALT.
URL:https://www.salt.fo/event/bindi-bio-georgies-verden/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio,Tiltak
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/04/Silver-Kitchen-Restaurant-Flyer-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240912T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20240912T220000
DTSTAMP:20240906T104712Z
CREATED:20240905T225055Z
LAST-MODIFIED:20240906T104712Z
UID:10002813-1726171200-1726178400@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: One Life
DESCRIPTION:One Life sigur okkum lívskveikjandi og sonnu søguna um Sir Nicholas ‘Nicky’ Winton\, sum beint undan øðrum verðaldarbardaga bjargaði 669 børnum frá at falla í hendurnar á nazistum og verða fyribeind. \nNicky var bankamaður og ikki í starvi hjá vælgerandi felagsskapi av nøkrum slag. Men tá hann vitjaði í hersetta Prag fyri jól í 1938\, og við egnum eygum sá\, hvussu jødar vórðu viðfarnir\, gjørdi hann tað\, sum hann helt vera einasta rætta hjá øllum at gera í hesi støðu. \nKríggið nærkast\, marknaliðin kunnu hvørja løtu verða stongd og tíðin gongur undan. Hvussu nógv børn kundi hann bjarga\, innan ov seint varð? 50 ár seinni\, í 1988\, hevur Nicky enn marrudreymar um børnini\, hann ikki megnaði at hjálpa. \nIkki fyrr enn hann í beinleiðis sjónvarpssending hjá BBC\, That’s Life\, møtir øllum børnunum\, hann hjálpti og bjargaði\, kundi hann læra seg at liva við\, at tá tú ófyrireikaður rennir teg í so oyðileggandi ræðuleikar\, sum í Prag 50 ár undan\, er tað eg sigur\, at bjarga bara einum lívi. Samstundis gjørdist ósagda hetjusøgan um Sir Nicholas ’Nicky’ Winton kend í bretska heimlandinum. \nLeikstjórin\, James Hawes\, hevur fyrr gjørt virðisløntar sjónvarpsrøðir og filmar sum Black Mirror\, Enid og The Challenger Disater. \nTil filmin One Life hevur hann savnað eina røð av stjørnum sum Anthony Hopkins í høvuðsleiklutinum\, Helena Bonham Carter\, Jonathan Pryce og Lena Olin.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-one-life/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/09/one-life.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240912T170000
DTEND;TZID=Europe/London:20240912T190000
DTSTAMP:20240906T163358Z
CREATED:20240906T105040Z
LAST-MODIFIED:20240906T163358Z
UID:10002814-1726160400-1726167600@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Grusomme Mig 4
DESCRIPTION:Animationsfilmen ‘Grusomme mig 4’ er det nye kapitel i fortællingen om den populære superskurk\, Gru. \nHer møder vi udover Gru hans kone Lucy og deres piger Margo\, Edith og Agnes. Derudover introduceres et nyt medlem af Gru-familien\, Gru Jr.\, som er opsat på at plage sin far. \n‘Grusomme mig 4’ byder også på nye modstandere i form af Maxime Le Mal og hans charmerende kæreste Valentina\, som tvinger Familien Gru til at gå under jorden. \nDen animerede komedie er den første Grusomme mig-film siden 3’eren i 2017\, og den er instrueret af Oscar-nominerede Chris Renaud (Grusomme Mig\, Kæledyrenes hemmelige liv). \n‘Grusomme mig 4’ er produceret af Illuminations grundlægger og administrerende direktør Chris Meledandri og af Brett Hoffman (Super Mario Bros. Filmen og Minions: Historien om Gru).
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-grusomme-mig-4/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/09/Copy-of-Biograf-plakat_20240905_203059_0000.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240502T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240502T210000
DTSTAMP:20240430T061543Z
CREATED:20240430T061543Z
LAST-MODIFIED:20240430T061543Z
UID:10002806-1714676400-1714683600@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: PIGEN DER FORTALTE FILM
DESCRIPTION:Danska Lone Scherfig er farin til Atacamaoyðimørkina í Kili at siga søguna hjá Hernán Rivera Letelier um gentuna\, sum segði film\, La Contadora de Películas. \nTað er unga Maria\, sum býr í námsbýnum saman við foreldrum og trimum systkjum. Tey stríðst at fáa endar at røkka\, og gerandisligu gleðirnar eru smáar og fáar.\nMen ein staður er\, har gandurin bleiktrar og hugtekur øll: biografurin. Men eftir eina spreinging í náminum\, eru ráðini ikki longur at senda øll í biograf. Bara ein kann fara. Maria dugir at siga søgur\, og verður tí send í biograf at bera søgurnar heim aftur til húskið. \nÁrini ganga og tilveran hjá Mariu broytist eins og søgan í landinum øllum. Nú er Maria vorðin fremsta kona at siga søgur\, sum øllum vilja hoyra í vónini um tað góða\, nú einaræðið hjá Pinochet fer um landið sum eitt kvørkratak. Millum leikararnar eru Daniel Brühl úr Inglourious Basterds og Good bye\, Lenin! og Bérénice Bejo úr The Artist.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-pigen-der-fortalte-film/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/04/pigen.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240425T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240425T210000
DTSTAMP:20240422T183135Z
CREATED:20240422T183135Z
LAST-MODIFIED:20240422T183135Z
UID:10002802-1714071600-1714078800@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Perfect Days
DESCRIPTION:Ferðandi týski leikstjórin\, Wim Wenders\, sum í 2016 var í Føroyum\, hevur nú verið í Tokyo og gjørt filmin Perfect Days\, sum var japanska Oscaruppskotið í ár. \nKoji Yakusho\, ið hevur høvuðsleiklutin sum Hirayama\, ið vaskar vesi\, fekk fremstu virðisløn í Cannes fyri avrikið. Koji Yakusho er kendur í japanskum filmi og bleiv heimskendur í Shall we dance (1996)\, sum á heimsmarknaðinum varð mest seldi asiatiski filmur. \nUmframt at vaska almenn vesi í Tokyo\, síggja vit\, at Hirayama livir eitt stilt og friðarligt lív. Men onkra løtu fer hann hugsa um ta støðu hann er í. Hirayama fer sama stað at eta hvønn dag. Hann keypir gamlar bøkur og lesur til hann sovnar. Og meðan hann koyrir í bilinum – Wim Wenders er hin fremsti at gera road movie – lurtar hann eftir gomlum kasettubondum við Lou Reed og Patti Smith. \nÚr lítillætna filminum Perfect Days\, sum tók seytjan dagar at gera\, og er ein minimalistisk heilsan til meistaran Yasujiro Ozu\, vaksa stórar hugmyndir\, sum eyðkennir ein rættan Wenders film\, har gerandisdagurin verður fagnaður.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-perfect-days/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/04/image_2024-04-22_193043981.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240418T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240418T210000
DTSTAMP:20240410T095928Z
CREATED:20240410T095928Z
LAST-MODIFIED:20240410T095928Z
UID:10002797-1713466800-1713474000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Før Stormen
DESCRIPTION:Nýggi danski heimildarfilmurin\, Før stormen\, lýsir íbúgvarnar á oynni Mandø í Vadehavet\, Vaðilin\, sum røkkur frá Esbjerg til Den Heldur í Niðurlondum\, har heitið er Waddenzee.\nÚr túninum eygleiða tey veðurlagsbroytingarnar tá ódn og vatnflóð herja á. Hóast hesar hóttanir\, tvíhalda tey eins og forfedrarnir um gerandisdagin á oynni. Tey 27\, sum búgva á Mandø\, eru von við uppgang og ógvusligt veður. \nVeðurlagsbroytingarnar hava gjørt støðuna enn verri. Síðsti bóndin á oynni\, Gregers\, sum í ættini er hin áttandi\, vil ikki gevast á hondum og flyta inn á fastlandið. Heldur vil hann finna eina konu\, so tey saman kunnu reka garðin. Tá boðað verður frá stormi\, fara Gregers og trúfasti hundurin at kanna gomlu flóðgarðarnar og hvørjum standi teir eru í at verja elskaða heimstaðin. \nÍmeðan blæsur Mie tey hundrað ljósini á lagkøkuni\, Ellen og Ingeborg gremja seg um ta mánasjúku\, sum pínir tær\, fuglafrøðingurin Niels er stúrin um sjáldsomu fuglarnar\, ið ikki longur eru at síggja\, og ferðaleiðarin\, Preben\, roynir at siga summargestum stuttligar søgur. Hóast tey kenna veðurlagsbroytingarnar inn at beini\, vilja tey búgva her. \nFilmiska lýsingin av hesum mikrokosmos er søgd í hugtakandi myndum í eyðkenda landslagnum\, har himmal og hav eru í støðugari broyting millum flóð og fjøru. Filmurin verður sýndur nú Umhvørvisvika er í Havn\, har havið er tema.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-for-stormen/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/04/Biograf-plakat-1-2.jpeg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240417T180000
DTEND;TZID=Europe/London:20240417T200000
DTSTAMP:20240410T095900Z
CREATED:20240410T095900Z
LAST-MODIFIED:20240410T095900Z
UID:10002796-1713376800-1713384000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Kung Fu Panda 4
DESCRIPTION:Animationsfilmen ‘Kung Fu Panda 4’ er det nyeste kapitel i filmserien om den klodsede panda Po. Den første film om kampsportspandaen udkom tilbage i 2008. \nEfter tre frygtløse eventyr\, hvor skurke i verdensklasse blev besejret med uovertruffet mod og vanvittige kampsportfærdigheder\, opfordrer skæbnen Dragekrigeren Po til at … tage en slapper. Han er skal nemlig være den næste\, spirituelle leder af Fredens Dal. \nDet er bare lige det problem\, at Po ved lige så meget om åndeligt lederskab\, og han skal også nå at finde og træne en ny Dragekriger\, før han kan indtage den ophøjede position. \nDerudover forsøger forbryderen\, Kamæleonen\, at få fingrene i Pos Visdomsstav\, som villle give hende magten til at hidkalde alle de mesterskurke\, som Po har besejret og sendt til ånderiget. \nDerfor har Po brug for alt den hjælp\, han kan få. \nJack Black står igen i front i et stemmecast bestående af bl.a. Angelina Jolie\, Seth Rogen\, Dustin Hoffman og Jackie Chan.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-kung-fu-panda-4/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/04/Biograf-plakat-1-1.jpeg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240411T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240411T213000
DTSTAMP:20240410T095828Z
CREATED:20240410T095828Z
LAST-MODIFIED:20240410T095828Z
UID:10002795-1712862000-1712871000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Il Boemo
DESCRIPTION:Stórfilmurin Il Boeme er eitt tónlistaligt avrik um Josef Mysliveček\, ið beint nú er kosið besti kekkiski filmur\, sum byggir á besta handrit. Fyri avrikið fekk Il Boeme tvær gyltar kekkiskar leyvur. \nTað er leikstjórin Petri Václav (f.1967)\, ið tvær ferðirnar fyrr hevur vunnið sama heiður\, ið nú sigur okkum søguna um kekkiska tónaskaldið Josef Mysliveček\, sum var føddur í Prag 1737\, og hóast hann var mentor hjá Mozart\, doyði fátækur í Rom bara 43 ára gamal. \nTá hevði Mysliveček skrivað 30 operair\, seks symfoniir og tólv strúkikvartettir. Il Boeme er eitt ævisøguligt drama\, sum í stórari skreytuppseting lýsir tónaskaldið\, sum hóast ídni og tætta knýtið til Mozart\, í dag er teim flestu ókent. Internet Movie Data Base skrivar: “Looking for work as a violinist\, Josef comes into the orbit of a rich young woman. \nShe introduces him to a hedonistic existence free from religious intolerance.\nJosef gets an incredible commission: to write an opera for the San Carlo”. Umframt hugtakandi klæði og filmstøð\, vekir stórbæri tónleikurin hjá Josef Mysliveček nýggjan áhuga fyri og innlit ókenda lívið hjá best umtókta operatónaskaldinum í italska 1700’talinum. \nElsta filmstíðarritið\, Variety\, ger eisini vart við\, at veruligar operastjørnur medvirka í nýggja filminum Il Boemo\, sum verður sýndur við donskum undirteksti og undirheitinum En mesters storhed og fald: ”The award-winning Czech director Petr Vaclav has created a marvelous period piece\, rich in costume and music\, not to mention performances by real-life opera stars. \nIts glorious musical treatment is the film’s overriding pleasure. The film’s Italian milieu couldn’t be more vividly illustrated\, fusing rich historical locations with grandiose design work”.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-il-boemo/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/04/Biograf-plakat-1.jpeg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240404T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240404T210000
DTSTAMP:20240403T193756Z
CREATED:20240403T193756Z
LAST-MODIFIED:20240403T193756Z
UID:10002794-1712257200-1712264400@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: DREAM SCENARIO
DESCRIPTION:Norski Kristoffer Borgli\, 39\, hevur bæði skrivað og leikstjórnað gerandisligu søguna um púra anonyma læraran Paul Matthews (Nicolas Cage)\, sum fólk bráddliga fara at síggja í dreymi. Tað er karmurin um svørtu komediuna um mannin\, sum eingin fyrr hevur varnast\, men øll nú hava sæð\, tosa um og skriva um á sosialu miðlunum. Nýggja dreymatilveran\, The Dream Scenario\, verður trupul at ferðast og navigera í\, sum var tað ein marrudreymur.\nFyri A24 hevur javnaldrandi amerikanski Ari Aster\, sum fyrr hevur gjørt ræðufilmarnar Hereditary (2018) og Midsommar (2019)\, staðið fyri filmsgerðini. Norski Borgli hevur fyrr gjørt vælumtókta filmin Syk pike (2022). Norskir ummælarar geva nýskapandi filminum Dream Scenario besta ummæli. Aftenposten gevur fimm stjørnur og sigur\, við eini siping til fyrra filmin\, at hesin nýggi er “Sykt morsom”. Aðrir norskir ummælarar siga\, at filmurin er “Morsom\, satirisk og underfundig med et overskudd av rampete kreativitet”\, og so stutt og greitt\, at “Tidenes beste amerikanske film laget av en nordmann”. \nLONGD: 100 MIN\nALDURSMARK: 15 ÁR\nATGONGUMERKI:
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-dream-scenario/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/04/dream.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240322T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240322T220000
DTSTAMP:20240320T150124Z
CREATED:20240319T194932Z
LAST-MODIFIED:20240320T150124Z
UID:10002793-1711134000-1711144800@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: DUNE PART 2
DESCRIPTION:Sera væl umtókti DUNE PT 2 verður sýndur í SALT.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-dune-part-2/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/03/download.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240321T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240321T210000
DTSTAMP:20240304T135935Z
CREATED:20240304T135935Z
LAST-MODIFIED:20240304T135935Z
UID:10002788-1711047600-1711054800@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Cornelis Vreeswijk
DESCRIPTION:Svenski journalisturin\, Magnus Gertten\, sum í 2014 gjørdi filmin Tusen Bitar um Björn Afzelius\, hevur aftur gjørt ein heimildarfilm um ein stóran og fólkakæran svenskan tónleikara – trubadurin Cornelis Vreeswijk. Víðagitni og ikki sørt tiltikni sangarin vitjaði í Føroyum og sang á Jazzfestivalinum\, innan hann andaðist bara 50 ára gamal í 1987. \nSum navnið avdúkar\, var hann føddur í Niðurlondum. Tólv ára gamal flutti hann við foreldrunum til Svøríkis. Í Svøríki gjørdist hann plátuskald\, yrkjari\, sum sang tekstirnar\, ið ofta vóru samfelagsliga atfinnandi\, og gav teir út á plátu. Hóast pressan javnt og samt lýsti hann sum ein buldrasligan konufólkarev\, ið drakk illa\, verður Cornelis í svenska tónleikaumhvørvinum mettur sum fremsti svenski trubadurur. \nÍ hesum tvørskurði er tað\, at Magnus Gertten\, eins og í filminum um Björn Afzelius\, eydnast at leggja lívsleiðina og avrikini hjá sangaranum opna fyri áskoðaranum.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-cornelis-vreeswijk/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/03/1_20240303_195409_0000-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240314T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240314T210000
DTSTAMP:20240304T134544Z
CREATED:20240304T133613Z
LAST-MODIFIED:20240304T134544Z
UID:10002787-1710442800-1710450000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: KALAK
DESCRIPTION:Filmurin Kalak\, sum er gjørdur í Grønlandi\, byggir á fyrstu sjálvævisøguligu skaldsøguna hjá Kim Leine frá 2007.\nLeikstjóri er svenska Isabella Eklöf (f.1978)\, sum gjørdi filmin Holiday og skrivaði handritið til Gräns hjá Ali Abbasi\, sum Filmsfelagið í báðum førum hevur víst. Í filminum Kalak fáa vit søguna um Jan (Emil Johnsen)\, ið rennir undan sær sjálvum\, eftir at pápin hevur gjørt seg kynsliga inn á hann. \nJan er úr eini norskari bygd\, Seljord\, har Jehova vitni og átrúnaður hevði nógv at siga. Seytjan ára gamal fór hann til Danmarkar at búgva hjá pápanum. Nú er hann í Grønlandi\, hevur familju og arbeiðir sum sjúkrasystir. Meðan fortíðin og Keypmannahavn eru langt burturi\, leingist honum eftir at blíva partur av staðbundnu mentanini – at verða ein kalak\, sum hann veit\, er eitt tungt frámerki\, ið verður hefti á ein skeivan grønlending\, kalak\, ið hann annan vegin velur at fata\, sum um tað er sagt í kærleika\, men hinvegin eisini við djúpastu vanvirðing. \nSamlívið riggar ikki og friðleysur fer Jan at reika um í náttarlívinum at finna sex og rúsevni\, men má sanna\, at einki gerst\, uttan at uppsøkja pápan og lekja teir løstir\, sum liggja í fortíðini. Kalak fekk tvær virðislønir\, tá filmurin varð frumsýndur á árligu filmstevnuni í San Sebastian í heyst. Leikstjórin\, Isabella Eklöf\, hevur skrivað handritið saman við Kim Leine og Sissel Dalsgaard Thomsen. Framleiðari er Maria Møller Kjeldgaard.\nKalak er ein stór norðurlendsk og niðurlendsk framleiðsla. Nadim Carlsen er fotografur\, og fekk í San Sebastian virðislønina fyri avrikið.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-kalak/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:Filmur,SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/03/1_20240303_195304_0000.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240307T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240307T210000
DTSTAMP:20240304T132127Z
CREATED:20240304T131808Z
LAST-MODIFIED:20240304T132127Z
UID:10002786-1709838000-1709845200@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Den Grænseløse
DESCRIPTION:Filmen ‘Den Grænseløse’ er det 2. kapitel i den nye serie om Afdeling Q efter Marco effekten med Ulrich Thomsen som Carl Mørck\, mens Afshin Firouzi er ny som assistenten Assad. \nI ’Den Grænseløse’ sendes Rose til Bornholm til en afskedsreception for en af Mørcks gamle venner og tidligere politi-kollegaer\, der ender med at skyde sig selv. Det bliver starten på en rejse ind i Roses traumatiske fortid. \nPå øen bliver den nyforlovede Carl Mørck\, Assad og Rose også rodet ind i en henlagt sag om et uhyggeligt drab på en ung pige. Da sagen pludselig kan kædes sammen med den lokale politikreds og en soldyrkende kult\, må Carl Mørck kaste sig ind i opklaringen med livet som indsats. \n‘Den Grænseløse’ er baseret på den sjette bog i serien om Afdeling Q skrevet af Jussi Adler-Olsen. Bag kameraet står et nyt makkerpar i instruktør Ole Christian Madsen (Flammen & Citronen) og manuskriptforfatter Jakob Weis (Den tid på året).
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-den-graenselose/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/03/1_20240303_195212_0000.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240229T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240229T210000
DTSTAMP:20240115T141339Z
CREATED:20240115T141339Z
LAST-MODIFIED:20240115T141339Z
UID:10002779-1709233200-1709240400@www.salt.fo
SUMMARY:SALT Bio: Poor Things
DESCRIPTION:Nýggi filmurin hjá groteska grikska meistaranum\, Yorgos Lanthimos (f.1973)\, hevur vunnið 37 virðislønir\, m.a. sum besti filmur í Venezia. \nEins og allir filmar hjá Lanthimos fer filmurin fram í einum alt annað enn vanligum umhvørvi. Poor Things byggir á skaldsøgu hjá Alistair Grey frá 1992\, og kann lýsast sum ein romantisk Frankenstein-søga\, har Oscarvirðislønta Emma Stone hevur høvuðsleiklutin sum unga Bella\, sum granskarin Godwin (Willem Dafoe) fær aftur til lívs. \nUndir hansara vernd\, letur ein nýggjur heimur seg upp fyri Bellu\, men tá hon møtir amoralska advokatinum\, Duncan (Mark Rufallo)\, rýmir hon saman við honum út í heim\, vil gera seg leysa av moraliserandi høftum og fer at stremba eftir javnrætti og frígering. Yorgos Lanthimos hevur fyrr gjørt filmarnar Dogtooth\, The Lobster og The Favourite.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-poor-things/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/01/poorthings-dk-2023.large_.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240222T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240222T210000
DTSTAMP:20240115T141421Z
CREATED:20240115T141421Z
LAST-MODIFIED:20240115T141421Z
UID:10002777-1708628400-1708635600@www.salt.fo
SUMMARY:SALT Bio: The Zone of Interest
DESCRIPTION:The Zone of Interest er nýggjur Holocaustfilmur\, sum vann stóru dómsnevndarvirðislønina\, The Grand Prix\, á filmstevnuni í Cannes í ár. \nDagin fyri frumsýningina andaðist bretski rithøvundurin\, Martin Amis\, 73 ára gamal í Florida. Í 2014 skrivaði hann samnevndu skaldsøguna\, sum týsktmælti filmurin um týningarleguna Auschwitz leysliga byggir á. \nHøvuðspersónar eru kommandanturin í Auschwitz\, Rudolf Höss\, og konan Hedwig\, ið liva eina borgarliga dreymatilveru við børnunum og jødiskum tænarum\, og ikki á nakran hátt tykjast varnast ella ørkymla seg um teir ræðuleikar\, ið fara fram hinumegin múrin\, har meir enn ein million menniskju verða týnd\, tey allar flestu jødar.\nHesumegin múrin er hin vakrasti urtagarðurin hjá søguligu fyristøðufólkunum. \nRudolf Höss var tann kommandantur\, sum longst var í starvi í Auschwitz. Hann var kommandantur frá 1940 til 1943 og aftur frá 1944 til 1945.\nHann var ein av íbyrtarunum av ætlan Hitlers Endlösung der Judenfrage Tey\, ið spæla hjúnini Höss eru Babylon Berlin-stjørnan Christian Friedel og Sandra Hüller\, sum er kend úr filmum sum Toni Erdmann (2016) og Ich bin dein Mensch (2021)\, sum Filmsfelagið vísti. \nBretski leikstjórin Jonathan Glazer (f.1965) hevur arbeitt í eitt tíggjuáraskeið við hesum krevjandi filmi. Hann hevur fyrr gjørt filmar sum Sexy Beast (2000) og Under the Skin (2013). \nÍ filminum The Zone of Interest síggja vit bara gerandisdagin hjá fyristøðufólkunum.\nVit síggja aldrin tað\, sum fyriferst hinumegin múrin\, men hoyra skríggini\, skotini og barnagrátin\, og síggja stundum royk upp móti himmalinum.\nSaman við fotograferingini hjá Lukasz Zal og tónleikinum hjá Mica Levi verður filmurin serliga óhugnaligur\, tí vit síggja so lítið av tí\, sum vit vita so nógv um.\nJúst tað ger søguna til eina hina sterkastu í biografunum í mong ár. \nSvenski ummælarin Jonna Vanhatalo sigur í Moviezine: “Det här är en helt unik förintelsefilm. Ljuset riktas på det som hände utanför muren\, där solen sken och blommor blommade. Och effekten blir just därför så otroligt stark och ännu mer otäckt. Att veta om fasan där innanför\, men att se hur ingen reagerar på det\, får mina nackhår att resa sig.” \nBretski Robbie Collin skrivar í The Telegraph: “To write poetry after Auschwitz is barbaric”\, Theodor Adorno famously wrote. “Glazer’s film gives us the prosaic instead\, refashioning it into the darkest\, most vital sort of art it might be possible for us as a species to produce.” \nYndisummælarin í Filmsfelagnum\, Peter Bradshaw\, sum skrivar fyri The Guardian\, sigur: “The film\, with its superb score by Mica Levi and sound design by Johnnie Burn\, has undoubted power but might well revive the debate about conjuring slick movie effects from the horrors of history.”
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-the-zone-of-interest/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/01/TheZoneOfInterest2023.large_.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240215T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240215T210000
DTSTAMP:20240115T141210Z
CREATED:20240115T141137Z
LAST-MODIFIED:20240115T141210Z
UID:10002776-1708023600-1708030800@www.salt.fo
SUMMARY:SALT Bio: Miraklet i Gullspång
DESCRIPTION:Svenska Maria Fredriksson (f.1975) hevur gjørt henda – helst – mest sjáldsama heimildarfilm í norðurlendskari filmssøgu. \nSpildurnýggi filmurin\, sum allastaðni fær bestu ummæli\, sigur okkum frá um tvær norskar systrar\, ið fáa eitt tekin frá Gudi\, um at keypa eina íbúð í fjarlagda svenska staðnum Gullspång.\nTá systrarnar koma fram\, verða tær púra paff\, tí húsameklarin líkist so akkurát systrini\, sum tók lívið at sær fyri 30 árum síðan. Ja\, tær eru sannførdar um\, at tað er hon.\nTað\, ið byrjaði sum ein hugnaligur fundur og stevna teirra millum\, verður til ein sniðfundigan leik um lygnir\, loynidómar og tann týdning\, trúgvin hevur.\nOnkur ummælari heldur\, at amerikanski David Lynch man hava havt ein fingur ella tveir við í svenska filminum um norsku systrarnar. \nMaria Fredriksson hevur stovnað kvinnuliga framleiðslufelagið Ballad Film.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-miraklet-i-gullspang/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/01/MIG-2023.large_.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20240208T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20240208T210000
DTSTAMP:20240121T151019Z
CREATED:20240105T114353Z
LAST-MODIFIED:20240121T151019Z
UID:10002775-1707418800-1707426000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT Bio: Songs Of Earth
DESCRIPTION:Norges monumentale bjerglandskaber danner rammen om årets absolut største naturoplevelse i biografen. En storslået\, eksistentiel rejse med filmskaberens forældre som menneskelig målestok\, og med jordens urkræfter ulmende i fjeldet. \nDet bliver ikke meget større end ‘Songs of Earth’. Norske Margreth Olin har skabt et overvældende\, cinematisk værk om livet\, døden\, naturen og om simpelthen at være til stede i verden. \nMed Norges svimlende smukke bjerglandskaber som sin monumentale ramme indleder Olin en eksistentiel rejse med hendes egne\, aldrende forældre som den menneskelige målestok ude i de umådelige vidder.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-song-of-earth/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2024/01/songs-of-earth.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20231109T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20231109T210000
DTSTAMP:20231108T112611Z
CREATED:20230909T115142Z
LAST-MODIFIED:20231108T112611Z
UID:10002750-1699556400-1699563600@www.salt.fo
SUMMARY:Salt Bio: Lad Elven Leve
DESCRIPTION:Norski filmurin “Lad elven leve” snýr seg um kampin hjá einari ungari kvinnu fyri rættindini hjá samiska fólkinum í Norra. \nÁrið er 1979 og vit fylgja Ester ið hevur fingið starv sum læraravikar í norsku bygdini\, Alta.\nFyri at hennara kollegar skulu góðtaka og virða hana\, velur hon at goyma sín samisku uppruna burtur.\nAftaná nógv ár av rasismu og kúgan\, hevur samiska fólkið nú tilpassa seg tað norsku mentanina. \nSysktnabarn Ester er samiskur aktivistur\, og hann tekur hana við til eina skrùðgongu ímótur einum kjarnorkuverkið ið skal byggjast við Alta ánna. Tá hon sær hvat tað gongur fyri seg\, velur hon at taka kampin upp\, bæði fyri at bjarga ánni og rættin til at verða tann hon er. \nLONGD 118 MIN\nALDURSMARK 11 ÁR \nATGONGUMERKIÐ:\nhttps://billet.salt.fo/movie_details/7653_date=all_dage
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-lad-elven-leve/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/09/mediacache_458f1c80630551eb3d0cc88c41f14026.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20231101T170000
DTEND;TZID=Europe/London:20231101T183000
DTSTAMP:20231029T153001Z
CREATED:20230910T165641Z
LAST-MODIFIED:20231029T153001Z
UID:10002752-1698858000-1698863400@www.salt.fo
SUMMARY:Salt Bio: Paw Patrol
DESCRIPTION:Tá ein metorittur slær niður í Adventure City\, fáa hvølpanar í PAW PATROL superkreftir.\nMen verri er tá ‘Humdinger’ og ein óndur vísindamaður stjala teirra superkreftir og brúka tær til at taka yvir heimin!\nSkye og hinir hvølpanar mugu royna alt tað teir kunnu at steðga Humdinger og bjarga heiminum.\nLONGD: 88 MIN \nALDURSMARK: Øll
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-the-little-mermaid/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/09/396541821_243550642041905_8982233348946486277_n.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230511T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20230511T220000
DTSTAMP:20230508T123344Z
CREATED:20230508T123344Z
LAST-MODIFIED:20230508T123344Z
UID:10002718-1683835200-1683842400@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO\, Twice Colonized
DESCRIPTION:Twice Colonized (Lin Alluna\, Danmark\, Grønland\, Kanada 2023 92 min) \nFilmurin varð frumsýndur á Sundance Filmfestival í ár\, og fyri stuttum var hann setanarfilmur á CPH:DOX. \n“Twice Colonized”\, sum hevur verið í gerð í sjey ár\, sigur søguna um grønlendska sakføraran og mannarættindastríðskvinnuna\, Aaju Peter.\nHon stríðst fyri rættindum hjá inuit í Arktis og vil hava eitt fast ES ting fyri upprunafólk.\nTá ein sorgarleikur rakar fólk\, sum eru tætt at henni\, fer Aaju at leita upp hendingar í egnari fortíð\, samstundis sum hon frameftir setir sær fyri at tryggja upprunafólkinum frælsi og fólkaræði.\nMen ber tað til\, at broyta heimin og samstundis lekja egin sár?\nÍ filminum fáa vit innlit í tankar um kolonialismu\, sum als ikki er av\, og arbeiðið hjá Aaju Peter í Grønlandi\, Danmark og nýggja heimlandinum Kanada\, har hon nú býr og virkar.\n“Twice Colonized” er fyrsti filmur hjá Lin Alluna. Blaðstjórin á Sermitsiaq\, Dorthe Olsen\, hevur peikað á filmin sum serliga týdningarmiklan. Í úrvalsgrein\, sum øll kunnu lesa\, verður endaði við hesum donsku orðum:\n– Hvis kolonihistorien skal have et punktum\, så må danskerne anerkende\, at der lever grønlændere\, som stadig er påvirket af historien. Den danske regering bør ligesom regeringerne i Canada og New Zealand komme med en officiel undskyldning\, hvor de anerkender\, at fortiden ikke kun har været god. Der er fortsat meget at arbejde for i Europa. Der er hverken et kontor eller et forum for oprindelige folk. Vi er små og ubetydelige hver for sig\, men sammen kan vi være stærke\, siger Aaju Peter
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-twice-colonized/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/05/twice.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230422T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20230422T210000
DTSTAMP:20230419T183448Z
CREATED:20230419T183448Z
LAST-MODIFIED:20230419T183448Z
UID:10002710-1682190000-1682197200@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Den der lever stille
DESCRIPTION:So royna vit aftur – Den der lever stille \nDanski leikstjórin Puk Grasten (f.1986)\, sum er dóttir framleiðaran Regner Grasten\, hevur gjørt film úr sjálvævisøguligu metsølubókini hjá Leonoru Christinu Skov\, sum í 2018 fekk virðislønina De Gyldne Laurbær frá donsku bókahandlarunum. \nHetta er søgan um rithøvundan Leonoru (Frederikke Dahl Hansen)\, sum eftir ein miseydnaðan uppvøkstur slítur sambandið við foreldrini. \nÍ sjónvarpinum sær hon\, at mamman (Sarah Boberg) er hevur fingið bróstkrabba og er flutt á hospice.\nLeonora fer nú at ivast í minnunum frá barnaárunum\, og hvat mundi vera veruleiki og uppspinn. \nPápin er í filminum Jens Albinus. Leonora Christina Skov\, sum hevur skrivað djúpt persónligu søguna\, sigur at nýggi filmurin fullfíggjar lesiupplivingina í bókini: – Puk Grasten har omskabt historien og universet til et nyt\, originalt værk\, og det kan jeg kun bifalde. Jeg synes oprigtigt\, at den film er en ekstraordinær bedrift og fuldstændig tro mod de grundfølelser\, som jeg om nogen kender.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-den-der-lever-stille-2/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/04/den-der-lever-stille.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230421T190000
DTEND;TZID=Europe/London:20230421T210000
DTSTAMP:20230419T184749Z
CREATED:20230419T184450Z
LAST-MODIFIED:20230419T184749Z
UID:10002712-1682103600-1682110800@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Super Mario Bros. Movie
DESCRIPTION:Super Mario Bros. Movie\n”Super Mario Bros. Filmen” er baseret på Nintendos populære spilunivers og inviterer publikum med på en sjov og spændende rejse til en verden ulig noget\, der er skabt før. Et sprudlende og farverigt actioneventyr\, hvor vi møder alle de velkendte karakterer. \nDet hele begynder\, da de to blikkenslagere\, Mario og hans bror Luigi\, bliver transporteret til en magisk verden via et mystisk rør\, da de er i gang med at reparere en vandledning. Men brødrene bliver væk fra hinanden og Mario begiver sig ud på en episk rejse for at finde Luigi. \nMed hjælp fra Toad\, som bor i Svamperiget\, og med kyndig vejledning af Svamperigets viljestærke regent prinsesse Peach\, finder Mario sin indre helt og tager kampen op mod Bowser.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-super-mario-bros-movie/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/04/SALT-BIO-Super-Mario.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230420T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20230420T220000
DTSTAMP:20230419T184854Z
CREATED:20230419T184132Z
LAST-MODIFIED:20230419T184854Z
UID:10002711-1682020800-1682028000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Corsage
DESCRIPTION:Corsage \nEysturríkska Marie Kreutzer (f.1977) hevur sjálv skrivað og leikstjórnað ”Corsage”\, ið er ein søga um heimsins fyrsta feminist – eysturríksku keisarinnuna Elisabeth\, kallað Sissi (1837-1898). \nÍ fiktiva filminum fylgja vit stílfullu Elisabeth frá jólunum í 1877 og eitt ár fram. Fyrimyndarliga stílikonið fyllir fjøruti\, og hon fer at hugsa um\, hvussu fólk fata seg\, unga ella gamla. ”She starts trying to maintain her public image”\, sum Internet Movie Data Base so turrisliga sigur. \nMeðan hon spennir korsettið\, sær Elisabeth seg innibyrgda og niðurgjørda til einki annað enn kransakøkufigurin\, sum tað almenna setur á borðið\, tá móttøkur eru. Nú fer hon egnar leiðir at skapa sær eitt annað eftirmæli í søgubókunum. \nUndir heitinum “Corsage” roynir hon at berja seg út úr avmarkandi leiklutinum\, sum samtíðin setur henni. Fleirfalt virðislønta Vicky Krieps (f.1983)\, sum vit sóu í ”Bergman Island”\, hevur høvuðsleiklutin sum feministurin Elisabeth. \nFyri avrikið fekk hon virðislønir í Cannes og á European Film Awards.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-corsage/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/04/Salt-bio-mynd-corsage.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230415T180000
DTEND;TZID=Europe/London:20230415T220000
DTSTAMP:20230413T125410Z
CREATED:20230412T110739Z
LAST-MODIFIED:20230413T125410Z
UID:10002705-1681581600-1681596000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Avatar: The Way of Water
DESCRIPTION:Avatar: The Way of Water \nKom við á ævintýraferð til Pandora\, har vit hesaferð læra meiri um Na’vi folkið og teirra heim. Jake og Neytiri\, við børnum teirra\, eru noydd at flýggja út á hav\, tá ein gamal fíggjindi hóttir alt tey eru góð við. \nLeikarir: Sam Worthington\, Zoe Saldana\, Sigourney Weaver\, Kate Winslet\, Stephen Lang \nLeikstjóri: James Cameron \nSlag: Ævintýr/sci fi \nLongd: 192 min \nAldursmark: 11 ár
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-avatar-the-way-of-water/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/04/SALT-BIO-AVATAR.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230413T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20230413T223000
DTSTAMP:20230413T130305Z
CREATED:20230412T110223Z
LAST-MODIFIED:20230413T130305Z
UID:10002704-1681416000-1681425000@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Den\, der lever stille
DESCRIPTION:Den\, der lever stille \nDanski leikstjórin Puk Grasten (f.1986)\, sum er dóttir framleiðaran Regner Grasten\, hevur gjørt film úr sjálvævisøguligu metsølubókini hjá Leonoru Christinu Skov\, sum í 2018 fekk virðislønina De Gyldne Laurbær frá donsku bókahandlarunum. \nHetta er søgan um rithøvundan Leonoru (Frederikke Dahl Hansen)\, sum eftir ein miseydnaðan uppvøkstur slítur sambandið við foreldrini. Í sjónvarpinum sær hon\, at mamman (Sarah Boberg) er hevur fingið bróstkrabba og er flutt á hospice. \nLeonora fer nú at ivast í minnunum frá barnaárunum\, og hvat mundi vera veruleiki og uppspinn. \nPápin er í filminum Jens Albinus. Leonora Christina Skov\, sum hevur skrivað djúpt persónligu søguna\, sigur at nýggi filmurin fullfíggjar lesiupplivingina í bókini: – Puk Grasten har omskabt historien og universet til et nyt\, originalt værk\, og det kan jeg kun bifalde. Jeg synes oprigtigt\, at den film er en ekstraordinær bedrift og fuldstændig tro mod de grundfølelser\, som jeg om nogen kender. \nLeikarir: Frederikke Dahl Hansen\, Sarah Boberg\, Jens Albinus \nLeikstjóri: Puk Grasten \nSlag: Drama \nLongd: 01:47 \nAldursmark: 11 ár
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-den-der-lever-stille/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/04/den-der-lever-stille.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230330T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20230330T220000
DTSTAMP:20230328T065433Z
CREATED:20230328T065433Z
LAST-MODIFIED:20230328T065433Z
UID:10002702-1680206400-1680213600@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Ustyrlig
DESCRIPTION:Ustyrlig (Malou Reymann\, Danmark 2023 135 min) \nDanski filmurin ”Ustyrlig” er nýggjasti Drekavinnarin á altjóða filmstevnuni í Göteborg í ár. Leikstjórin er Malou Reyman\, sum er fødd í Amsterdam í 1988. Fyrsti filmur\, hon gjørdi\, var Bodil og Robert vinnarin ”En helt almindelig familie” (2020). Nýggi filmurin\, ”Ustyrlig”\, sum varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Toronto í heyst\, fer fram í døkkasta kapitli í friðartíð í Danmark\, tá seytjan ára gamla og óstýriliga Maren (Emilie Kroyer Koppel)\, verður send á kvinnuanstaltin Sprogø at vera í 1933. \nHer møtir hon Sørine (Jessica Dinnage)\, sum eftir seks árum á anstaltinum hevur lært at geva seg undir tíðarinnar krøv um rættan atburð. Millum tær báðar verður knýtt eitt vinaband\, ið fær stóra ávirkan á tær báðar. Umframt Emilie og Jessica\, síggja vit eisini Danica Curcic og Lene Maria Christensen í filminum ”Ustyrlig”.
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-ustyrlig/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/03/ustyrilig-salt-bio.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230323T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20230323T220000
DTSTAMP:20230322T154328Z
CREATED:20230322T153905Z
LAST-MODIFIED:20230322T154328Z
UID:10002697-1679601600-1679608800@www.salt.fo
SUMMARY:SALT BIO: Munch
DESCRIPTION:Munch \nNorski ummælarin hjá Subjekt sigur um spildurnýggja filmin ”Munch”\, at hann ’trolig er tidenes beste norske film’. Eins gott skoðsmál geva allir ummælarar\, eftir at filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnu í Rotterdam hin 25. januar í ár.\nSíggja vit burtur frá Oscarvirðislønta Peter Watkins\, sum í 1974 gjørdi norskan sjónvarpsfilm um Edvard Munch\, so er eingin filmur gjørdur um henda kanska størsta listamann í søguni. \nTað er sjálvlærdi norski filmsopera tørurin\, Henrik Martin Dahlsbakken (f.1989)\, sum nú hevur tørnað fyri og gjørt biograffilm um fýra skeið í lívinum hjá Munch\, har fýra leikarar\, tríggir menn og ein kvinna\, spæla ein greitt tilskilaðan Munch-leiklut. Tey eru Alfred Ekker Strande\, Mattis Herman Nyquist\, Ola G. Furuseth og Anne Krigsvoll. Leikstjórin velur fýra visuellar mátar at siga frá um tey fýra avmáldu lívsskeiðini\, frá tí Munch er 20 til hann fyllir 80. \n”Munch” sigur okkum søguna um hin unga Edvard\, sum forelskar seg í eini giftari kvinnu\, og hvussu hann síðani verður listaliga niðurbrotin\, tá fyrsta framsýningin í Berlin miseydnast. Filmurin lýsir eisini dramatisku hendingina\, tá Munch verður lagdur inn á nervaklinikk í Keypmannahavn\, og verður noyddur at taka støðu til lívsins mest týðandi spurningar\, innan hann at enda stríðist av almakt móti nastistunum\, at bjarga listaliga arvinum. \nAltjóða filmsíðan IMDB sigur um filmin: “Rejected by the art establishment\, wracked with grief over the loss of his older sister and tortured by addiction\, the film captures Edvard Munch’s life\, one of the world’s greatest artists of all time.”\nFilmsummælarin hjá NRK\, Birger Vestmo\, sigur í sendingini Filmpolitiet\, at nýggi listafólkafilmurin er ”Et fortellerteknisk vågestykke som gir full uttelling”. \nDanski ummælarin\, Bo Tao Michaëlis\, er samdur og sigur í filmstíðarritinum Ekko: \n”Det er det autonome genis historie\, vi får. Sågar med hans malerier som signifikante sætstykker i filmens fortolkende fortælling. Om modgang\, mod og melankoli. Og med forskellige kvinder\, hvor venner undervejs bliver til fjender.” \nNorska filmseftirlitið sigur: \n”Denne filmen inneholder tematikk knyttet til selvmord og psykiske lidelser. Dog ingen nærgående skildringer av vold. Partier med mørk stemning og sterke følelsesutbrudd. Filmen får derfor aldersgrense 12 år.”
URL:https://www.salt.fo/event/salt-bio-munch/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/03/salt-bio-munch.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230309T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20230309T220000
DTSTAMP:20230308T224055Z
CREATED:20230308T173741Z
LAST-MODIFIED:20230308T224055Z
UID:10002690-1678392000-1678399200@www.salt.fo
SUMMARY:SALTBIO- TÁR
DESCRIPTION:Altjóða kvinnudagin fylgja vit Cate Blanchett\, sum spælir Lydia Tár\, ið er víðagitin dirigentur og tónskald\, og hartil fyrsta kvinna\, at stjórna Berlinarsymfonikarunum. \nÁ slóðbrótandi hátt førir hon orkestrið og seg sjálva fram í eini klassiskari mannfólkaverð\, ið ikki hevur sæð tílíka kvinnu áður. Lydia er á toppinum\, og sum dirigentur hálar hon eisini í traðrirnar og fleiri vilja verða við\, at hon manipulerar. \nMillum arbeiði og familju hevur hon í hyggju at geva út egnar endurminningar í bók\, og ætlar at gera eina konsertupptøku við Fimtu Symfoni hjá Gustav Mahler. Hvussu fær Lydia Tár allar hesar ætlanir at ganga upp uttan at møta mótstøðu? \nCate Blanchett brilljerar í leiklutinum sum klassiskur dirigentur\, og fekk fyri avrikið fyrstu virðisløn á filmstevnuni í Venezia í fjør. Oscarvirðislønta Hildur Guðnadóttir\, sum vit kenna frá ”Joker”\, hevur gjørt tónleikin. Leikstjóri er amerikanski Todd Field. Umframt Cate Blanchett síggja vit Mark Strong\, Noémi Merlant\, Nina Hoss og Sophie Kauer.
URL:https://www.salt.fo/event/saltbio-tar/
LOCATION:SALT\, Líðin 22\, Tvøroyri\, 800\, Faroe Islands
CATEGORIES:SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/03/tar-plakat.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=Europe/London:20230225T200000
DTEND;TZID=Europe/London:20230225T220000
DTSTAMP:20230214T144757Z
CREATED:20230213T155253Z
LAST-MODIFIED:20230214T144757Z
UID:10002684-1677355200-1677362400@www.salt.fo
SUMMARY:SÆLA
DESCRIPTION:Føroyskur filmur í SALT. \nSÆLA \nTá Rebekka og Jákup eru saman\, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir\nJákup fyri neyðtøku\, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna\negnu pínu. Spakuliga fatar hon\, hvat veruliga er hent. \nStórur eftirspurningur hevur verið at síggja Sælu. Nú er møguleiki! \nHøgni Djurhuus\, ummælari\, rósti filminum og segði\, at “har er einki banalt\,\neinki sentimentalt\, einki uttanumtos\, einki tvætl\, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga\nkompakt\, og kolasvart. Frálíkt.” \nBjørk Búadóttir Tórgarð eigur høvuðsleiklutin; um hana sigur Djurhuus: “Sum\nRebekka er Bjørk Búadóttir Tórgarð framúr. Hon er Rebekka út í æsir\, pínan\,\nneyðin\, ivin\, sannførandi.“ \nLeikstjóri er Katrin Joensen-Næs\, ið áður hevur leikstjórnað Ábyrgd\, sum\neisini fekk góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata. \nLeikarar: Bjørk Búadóttir Tórgarð\, Edvin H. Niclasen\, Ebba Malena Debess\nThomsen.\nLeikstjóri: Katrin Joensen-Næs\nSjangra: Drama\nLongd: 25 minuttir\nAldursmark: 15 ár
URL:https://www.salt.fo/event/saela/
CATEGORIES:Filmur,SALT Bio
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.salt.fo/wp-content/uploads/2023/02/poster5-saela-scaled.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR