• SALT-SIGLING

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    SALT-SIGLING! Træseglskipini hava sett kós, og ferðamálið er SALT á Drelnesi í Suðuroynni. Skrá, fríggjadag 8 juli. 2022 Kl. 16.00 - 19.00 - SALT er opið Kl. 17.00 - Móttøka á Drelnesi, Hornorkestrið spælir Kl. 17.15 - Kristin Michelsen, borgarstjóri, heldur røðu Kl. 17:30 – 19:00 - Opið skip. Almenningurin er vælkomin at vitja umborð […]

  • Heimildarfilmurin- A Taste of Whale

    A Taste of Whale Nýggjur heimildarfilmur um grindadráp. I samstarvi við nevndina í Grindamannafelagnum Á hvørjum ári verða grindahvalir riknir inn í føroysku firðirnar. Blóðigu myndirnar skelka útlendskar fjølmiðlar. Við knívi í hond vísa føroyingar á kávalæti hjá teimum, ið fordøma grindadráp, samstundis sum tey lata eyguni aftur fyri drápinum innan í kjøtídnaðin. Tá djórverndarfólk […]

  • Ekkó í SALT

    Ekkó í SALT mánakvøldið 10. oktobur kl. 20.00. Ekkó er ein kristilig landsumfevnandi stevna, har tónleikur, felagsskapur og uppbyggjandi umhvørvi eru í hásæti. Kom ein túr og fá tær eina uppliving fyri lívið. Síggjast!

  • Føroya Landsorkestur

    Kom og hoyr frálíka ljóðið av næsta ættarliðnum av Føroyskum tónleikarum. Føroya Landsorkestur er samansett av nøkrum av gávuríkastu ungu tónleikarunum í landinum. Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrinum, sum fevnur um træblásarar, messing og slagverk (og kontrabass). Á fjølbroyttu skránni til konsertina eru m.a. útsetingar av vælkendum orkesturverkum, filmstónleikur, tónleikur úr sangleikum, jazzur og nýggj verk skrivað serliga til […]

  • Café SALT

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    'Café Salt' letur upp aftur. Steðgur hevur verið í vegna koronu, løgtingsval o.a., men nú venda Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen aftur við sendingini, Café Salt. Við ársenda í 2021 sendi Kringvarpið tvær reisur útvarpssendingina 'Café Salt' í samstarvi við Mentanarhúsið Salt á Tvøroyri. Talan er um eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og […]

  • Kafé SALT

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Almenn kvøldseta og útvarpssending í kvøld klokkan 19.00: Fjølmiðladeildin hjá Mentanarhúsinum Salt, kallað Radio Salt, og Kringvarp Føroya skipa í kvøld fyri 'Café Salt', sum er útvarpssending við áhoyrarum. Ókeypis atongd. Skráin er fjølbroytt. Vágskonan, Annie O. Eysturoy, greiðir frá mongu árum sínum uttanlands, har hon nam sær útbúgving á lærdum háskúla í Eysturríki og […]

  • Musikalskur sjónleikur: Ein kenguru sum tú

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    ”Ein kenguru sum tú” er ein stuttligur, lívsjáttandi og musikalskur sjónleikur um tveir útløgukattar, sum skulu venjast at spæla í eini sirkuskapping, sum prinsessan á kongsborgini skipar fyri. Teirra gerandisdagur er avmarkaður og einstáttaður. Tí rýma teir og royna at finna ein unnusta til sín venjara, so øll tey kunnu verða eitt rætt húski. Sýningin […]

  • Felags kvøldskúlaframsýning í Salt.

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Felags kvøldskúlaframsýning í Salt. Árliga kvøldskúlaframsýningin hjá Tvøroyrar kvøldskúla og Sumbiar kvøldskúla verður hátíðarhildin saman í Salti leygardagin 29.apríl frá kl14.00 til 18.00 Sýnt verður fram ymiskt av tí, sum er gjørt í Tvøroyrar kvøldskúla og Sumbiar kvøldskúla ( Kvøldskúlin í Sumba ) skúlaárið 2022/23. Á skránni verður m.a.: Horntónar Harmonikutónar Line Dansur Framsýningin letur […]

  • Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er: Bogi Petersen - trummur Dávið Jacobsen – bass Óli Holbæk Mortensen – guitar Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.   Konsertin er ókeypis.