Dynamit fyrstu ferð í Suðuroy í 30 ár
Síðstu ferð Dynamit framførdi í Suðuroy var leygarkvøldið 25. september í 1993.
Hetta var eisini samstundis síðstu ferð Dynamit spældi til dans.
Nógv ár gingu áðrenn man aftur sá Dynamit á palli og var tað til eina konsert á
Summarfestivalinum í 2005.
Síðani 2005 hevur Dynamit bara spælt til størri festivalar eina til tvær ferðir um árið,
men 11. Novembur í ár verður stór konsert við hesum jaliga tónleikabólki í Salt.
Hetta merkir at tað eru 30 ár síðani Dynamit framførdi og undirhelt í Suðuroy.
Dynamit eru kendir fyri at hava eina jaliga smittandi atferð á pallinum og eru
sangirnir eisini sangir, sum øll duga at syngja við til.
Omman við Gjógv, Frensurin hjá Óla, Til allar kvinnur, Pápi tín býr ei í Tórshavn og
Grøv nr. 13, er bert ein lítil partur av teirra sangskatti.
Eftir konsertina verđur 80’ara dansur viđ kenda Kára Annand Berg sum DJ.
Tiltakið verður í SALT 11. Novembur kl. 23-04. Dyrnar lata upp kl 22.00.
18 ára aldursmark.